Leita á in.fo

Heri Simonsen 15.07.2017 (18:50)

Video: Jóan Símun væntar ein sigur í fyrsta dystinum

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj og hoyr eitt upptaktsprát, sum YouTube rásin hjá OB hevur gjørt við føroyska landsliðsáleyparan, Jóan Símun Edmundsson.

 

Mánadagin klokkan 17 spælir OB fyrsta dystin í superliguni, kappingarárið 2017/2018. Dysturin er á útivølli ímóti FC Nordsjælland, og Jóan Símun Edmundsson væntar ein sigur til OB.

 

Í samrøðuni verður tikið samanum farna kappingarár, sum endaði hampuligt aftaná eina vánaliga kappingarbyrjan. Í samrøðuni slær Jóan Símun Edmundsson fast, at fyri hann hevur tað ikki týdning hvar á vøllinum hann spælir. Tað letur hann verða upp til venjaran, Kent Nielsen.