Leita á in.fo

Kaj Leo í Bartalsstovu og Jónas Tór Næs við steypinum (Mynd: Jákup Sørensen)

Heri Simonsen 12.08.2017 (23:45)

Video: Kaj Leo legði upp til sigursmálið hjá ÍBV

Kaj Leo í Bartalsstovu og Jónas Tór Næs stórfegnast við liðfeløgum sínum í ÍBV. Gunnar Nielsen og liðfelagarnir í FH iðra seg.

 

ÍBV vann 1-0 við einum máli, sum Gunnar Heiðar Þorvaldsson skoraði í 37. minutti. Kaj Leo í Bartalsstovu legði hegnisliga upp til málið.

 

TRÝST á HESA leinkjuna: http://www.visir.is/section/MEDIA99&fileid=CLP56157

 

og síggj frálíka forarbeiðið hjá Kaj Leo í Bartalsstovu. Gunnar Heiðar Þorvaldsson rakti bóltin við knænum, og tað snýtti Gunnar Nielsen í málinum hjá FH. 

 

Hetta er fjórðu ferð føroyingar vinna íslendsku steypakappingina.

 

Uni Arge breyt ísin í 2000, tá hann sum tann fyrsti føroyingurin vann eina steypakapping uttanfyri Føroyar. Hetta gjørdi Uni saman við liði sínum, Akranesi, sum í steypafinaluni á Laugardalsvøllinum í 2000 vann 2-1 á ÍBV. Í 1998 taptu Uni Arge og Jens Martin Knudsen íslendsku steypafinaluna við Leiftri ímóti júst ÍBV. Uni skoraði ikki í finaluni í 2000, men hann skoraði í hálvfinaluni ímóti FH. 

 

 

Í 2003 gjørdist Julian Johnsson annar føroyingurin, sum vann íslendsku steypakappingina. Í steypafinaluni á Laugardalsvøllinum í 2003 vann Julian saman við liði sínum, Akranesi 1-0 á FH.

 

 

Í 2006 gjørdist Símun Samuelsen triðji føroyingurin, sum vann íslendsku steypakappingini. Saman við liðfeløgunum í Keflavík vann Símun á Laugardalsvøllinum íslendsku steypakappingina við einum 2-0 finalusigri á KR. Ì steypafinaluni hevði Símun gyltan møguleika at skora til 3-0, men tók ikki av.