Leita á in.fo

Heri Simonsen 27.01.2019 (19:05)

VIDEO: Karabatic tryggjaði Fraklandi Bronsuna í seinasta sekundi

Fraklendingar fara ikki tómhentir heim frá HM-endaspælinum í manshondbólti.

 

Fyrr í dag vunnu fraklendingar bronsudystin ímóti Týsklandi í Boxen í Herning. Gamla stjørnan, Nikola Karabatic skoraði sigursmálið til 26-25 í seinasta sekundinum av dystinum.

 

Týskland var annars á odda 13-9 í steðginum, men Frakland fekk nógv betur skil á serliga álopsspælið í seinna hálvleiki. Toppskjútti hjá Fraklandi var Kentin Mahe við sjey málum. Uwe Gensheimer var toppskjútti hjá Týsklandi, somuleiðis við sjey málum.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá bronsudystinum millum Frakland og Týskland. 

 

Talan er um 11. HM-heiðursmerki hjá Fraklandi síðani 1993. Frakland hevur áður vunnið HM-gull seks ferðir. Seinast í 2017 á heimavølli.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her