Leita á in.fo

Heri Simonsen 10.06.2018 (20:35)

VIDEO: Komandi mótstøðulið hjá Føroyum vann á Lettlandi

Okkara komandi mótstøðulið í Nations League fjórðu deild bólki 3 fyrireika seg seriøst til at møta okkara A-landsliði, og at møta hvørjum øðrum.

 

Okkara mótstøðulið, Aserbadjan, Malta og Kosovo hava seinastu vikurnar øll spælt venjingardystir ímóti øðrum A-landsliðum fyri at verða betur fyri, og fyri at verða sparraði til Nations League kappingina. Føroyar spæla ongan dyst áðrenn Nations League kappingin byrjar. 

 

Malta sum Føroyar møta á heimavølli 7. september hevur víst gott verjuspæl í tveimum dystum. 29. mai megnaði Malta góðan 1-1 javnleik ímóti Armenia, og nakrar dagar seinni tapti teir tepurt 0-1 ímóti Georgia. Hetta boðar frá, at tað verður ikki lætt hjá føroyska liðnum at bróta Malta niður.

 

Kosovo vann ein sannførandi 3-0 heimasigur á Albania 29. mai, og skuldi í hesari vikuni spæla ímóti Fílabeinsstrondini, men tann dysturin bleiv avlýstur.

 

Triðja mótstøðuliðið hjá okkum, Aserbadjan hevur seinastu dagarnar spælt ikki færri enn tríggjar venjingardystir. 29. mai vann Aserbadjan á heimavølli 3-0 á Kirgistan. 5. juni tapti Aserbadjan á útivølli 0-3 ímóti Kasakstan.

 

Ígjár vann Aserbadjan sannførandi 3-1 á Lettlandi á útivølli. Tá ein tími var farin var Aserbadjan á odda 3-0. Javid Imamverdiyev skoraði tvey mál og var sera eyðsýndur.

 

Úrslitini hjá okkara komandi mótstøðuliðum boða frá, at føroyska A-landsliðið fær ein harðan arbeiðssetning at vinna bólkin, og harvið vinna seg víðari í hálvfinaluna. Liðið sum vinnur finaluna í Nations League fjórðu deild vinnur seg í EM-endaspælið í 2020. 

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj málini í dystinum Lettland-Aserbadjan 1-3 (0-1)

 

Skráin hjá Føroyum í Nations League fjórðu deild, bólki 3:

Fríggjadagin 7/9: Føroyar - Malta
Mánadagin 10/9: Kososvo - Føroyar

Hósdagin 11/10: Føroyar - Aserbadjan
Sunnudagin 14/10: Føroyar - Kosovo

Leygardagin 17/11: Aserbadjan - Føroyar
Týsdagin 20/11: Malta - Føroyar

 

 

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her