Marianna: Tungt at byrja aftur (FM1)

(FM1) Hóast hon ikki er í fullari venjing enn gjørdist Marianna G. Eystberg toppskjútti hjá Kyndli við fimm málum

Hóast hon ikki er í fullari venjing gjørdist Marianna G. Eystberg toppskjútti hjá Kyndli við fimm málum, tá Kyndilskvinnur taptu 18-24 (9-13) ímóti VÍF

Hóast hon ikki er í fullari venjing gjørdist Marianna G. Eystberg toppskjútti hjá Kyndli við fimm málum, tá Kyndilskvinnur taptu 18-24 (9-13) ímóti VÍF

Marianna G. Eystberg hevur verið millum mest eyðsýndu spælararnar hjá Kyndli farnu kappingarárini. Seinastu vikurnar hevur hann fjakkað, og hevur ikki verið partur av Kyndils-liðnum fyrrenn nú.

 

Hóast hon ikki er í fullari venjing gjørdist Marianna G. Eystberg toppskjútti hjá Kyndli við fimm málum, tá hon og liðfelagarnir á heimavølli taptu 18-24 (9-13) ímóti VÍF.

 

Marianna G. Eystberg viðgongur, at tað er tungt at byrja aftur aftaná eina heldur drúgva fráveru frá hondbóltinum. Um dystin í dag staðfestir hon, at tær í Kyndli mistu takið á dystinum aftaná tær javnaðu til 14-14 tíðliga í seinna hálvleiki. Eftir hetta tók VÍF yvir og Viviann Petersen í VÍF-málinum hevði nógvar týðandi bjargingar.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Marionnu G. Eystberg beinleiðis á FM1 aftaná 18-24 (9-13) tapið ímóti VÍF.

 

HERber til at hoyra Sjúrð H. Hoydal siga frá dystarendanum, og samrøðuna Sjúrður gjørdi við málverjan hjá VÍF, Viviann Petersen. 

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 H7151451232210
 VÍF6166134329
 NEISTIN6136124127
 KYNDIL6135160-254
 STJØRNAN5116122-63
 STÍF6115150-35