VIDEO: Malta-Aserbadjan 1-1 (1-1)

(Video) Síggj hæddarpunktini frá hinum dystinum í okkara Nations League bólki

Malta reisti seg á heimavølli aftaná 1-3 tapið ímóti Føroyum á Tórsvølli farna fríggjadag.

 

Malta tók ígjár ímóti Aserbadjan í bólki 3 í Nations League Deild 4. Aserbadjan var greiður favorittur hjá øllum veddingarfyritøkum, men Malta stríddi seg til ein uppibornan 1-1 javnleik, ið merkir, at Føroyar eru eitt stig frammanfyri Aserbadjan áðrenn liðini møtast á Tórsvølli, hóskvøldið 11. oktober.

 

Andrei Agius legði Malta á odda við einum væl tiknum brotssparki tá 10 minuttir vóru farnir av dystinum. Eitt korter seinni javnaði Tamkin Khalilzade við einum góðum skoti frá brotssparksmarkinum.

 

11. oktober tekur Kosovo ímóti Malta og Føroyar taka ímóti Aserbadjan. Kosovo hevur fýra stig, Føroyar hava trý stig, Aserbadjan hevur tvey stig og Malta hevur eitt stig. 

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum millum Malta og Aserbadjan