Video: Mikkjal fekk bara ein spurning

(Video) Svensku miðlarnir høvdu bara ein spurning til Mikkjal Thomassen á tíðindafundinum aftaná 0-5 tapið ímóti AIK

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj tíðindafundin, sum var á Friends Arena í Stockholm aftaná dystin í Europa League undankappingini millum AIK Stockholm og KÍ, sum AIK vann 5-0. Øll málini komu í fyrra hálvleiki,

 

Á tíðindafundinum skuldu Rikard Norling, høvuðsvenjari hjá AIK Stockholm, og Mikkjal Thomassen svara spurningum, men svensku tíðindafólkini høvdu bara ein spurning til Mikkjal, og tað var hvussu hann fekk liðið hjá sær at koma yvir skelkin í fyrra hálvleiki. Mikkjal Thomassen svaraði, at hann hevði ilt av at síggja ta ódnarveðri, sum herjaði í fyrra hálvleiki, og tí ráddi um at binda fyri í seinna hálvleiki, tí 5-0 til AIK var ríkiliga nógv. 

 

Allir aðrir spurningar vóru til Rikard Norling, sum greiddu frá hvussu teir megnaðu at vinna á KÍ, og annars um hvussu strævna dystarskrá AIK Stockholm hevur nú við dystum, bæði í allsvensku deildini, og dystum mitt í viku í Europa League undankappingini.