Leita á in.fo

Heri Simonsen 10.06.2018 (19:55)

VIDEO: Neymar og Brasil vunnu sannførandi á Eysturríki

Fyri stuttum vann Eysturríki 2-1 á týsku heimsmeistarunum á Ernst Happel leikvøllinum í Wien.

 

Tí var spenningur um hvussu brasilsku HM-favorittarnir fóru at megna at takla Eysturríki á sama leikvølli í dag.

 

Og aðalroyndin hjá Brasil undan HM-endaspælinum í Russlandi í komandi viku gekk framúr væl. Við góðum málum frá Jesus, Neymar og Coutinho vann Brasil 3-0 aftaná at hava verið á odda 1-0 í steðginum.

 

Neymar var sera eyðsýndur, og hann fintaði eysturríkska verjuspælarin, Aleksander Dragovic hegnisliga tá hann skoraði til 2-0.

 

17. juni klokkan 19 spælir Brasil innleiðandi HM-dyst ímóti Sveis, ið var í okkara HM-undanbólki.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum millum Eysturríki og Brasil. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her