Niklas tosar við danskan miðil um føroyskan hondbólt

Video: Føroyski málverjin greiðir lokalmiðli frá um uppflytingarstríði og seinastu bjargingina ímóti Montenegro


Tað er ikki bert føroyskir miðlar, ið eru áhugaðir í gongdini hjá Niklasi Simonsen, ið er í hørðum stríði um at flyta upp í fremstu donsku hondbóltsdeildina.

 

Les eisini: Niklas Simonsen skal avgera oddastríðið

Les eisini:Niklas er partur av spennandi uppflytingarstríði

Les eisini: Niklas heldur jól á fremsta plássi

 

Lokalsendingin, Onsdagssporten á Kanal Syd, ið fylgir ítrottinum ín Suður- og Vesturjútlandi, hevði í gár eina samrøðu við málverjan úr Kvívík, Niklas Simonsen. Trýst á pílin á myndini fyri at síggja samrøðuna, har føroyingurin millum annað umrøður gongdina hjá Tønder, landsdystirnar ímóti Montenegro og Danmark umframt framtíðina hjá føroyskum hondbólti