Leita á in.fo

Heri Simonsen 17.05.2017 (19:00)

Video: Nógv umstríddur lýsingarfilmur

Øll tilkomin ítróttaráhugað minnast tá Ben Johnson var tikin fyri doping aftaná at hava vunnið OL-gull í 100 metra renning, beint frammanfyri Carl Lewis, sum fekk tillutað hetta gullheiðursmerkið aftaná Ben Johnson var tikin fyri doping.

 

Avstralska veddingarfyritøkan, SportsBet hevur nú gjørt ein lýsingarfilm, har Ben Johnson hevur høvuðsleiklutin. Lýsingarfilmurin er um eina app, sum SportsBet bjóðar sínum kundum.

 

Í lýsingarfilminum eru fleiri orðaspøl og hint, sum bera bráð av doping, og tað hevur fingið ilt í fleiri fólk. Avstralski antidoping-felagsskapurin, ASADA hevur mótmælt hvassliga, at SportsBet finnur uppá at gera ein slíkan lýsingarfilm.

 

Hjá SportsBet umbera tey seg við, at talan er bara um orðaspæl og humor, og ikki meir enn tað.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj og hoyr lýsingarfilmin við Ben Johnson, sum nógv rok er um í Avstralia. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her