VIDEO: Noreg vann á Svøríki í millumbólki 2

(Video) Síggj hæddarpunkt frá dystinum Svøríki-Noreg 27-30 (14-17), ið elvir til ein spennandi endaspurt


Meðan tað er víst, at Týskland og Frakland hava vunnið seg í HM-hálvfinalurnar frá millumbólki 1, so er háspenningur í millumbólki 2.


Danmark greiddi sína skyldu við einum 26-20 (9-7) sigri á Egyptalandi. Svøríki kundi sett alt uppá pláss í dag, og harvið tryggja sær sjálvum og Danmark eitt pláss í hálvfinaluni við at vinna á Noregi, men norðmenn vildu tað øðrvísi.

 

Men Noreg vildi tað øðrvísi, og hann vann aftaná eitt sera gott avrik 30-27 á Svøríki. Í steðginum var Noreg á odda 17-14. Magnus Jøndal gekk undan og skoraði ikki færri enn 11 mál fyri Noreg. Sander Sagosen skoraði sjey mál. Hampus Wanne og Andreas Nilsson gjørdust toppskjúttar hjá Svøríki við fimm málum hvør.

 

Danmark hevur átta stig, meðan Noreg og Svøríki hava seks stig. Ungarn hevur trý stig, Egyptaland eitt stig og Tunesia er aftast við ongum stigi.

 

Mikukvøldið møtast Danmark og Svøríki í Boxen í Herning. Fyrr á degnum spælir Noreg ímóti Ungarn. Vinnur Noreg á Ungarn stendur nógv uppá spæl í dystinum millum Danmark og Svøríki. 

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunkt frá dystinum millum Svøríki og Noreg.