VIDEO: Ongland-Panama 6-1 (5-0)

(Video) Síggj tey sjey málini sum komu í dystinum millum Ongland og Panama í HM bólki G

Ongland og Belgia eru víðari til áttandapartsfinalurnar úr HM-bólki G. Bæði londini hava seks stig, og bæði liðini hava málmunin 8-2. Ongland er tó betri á Fair Play síðuni hvat viðvíkur gulum kortum, og tí fær Ongland fyrsta plássið í bólkinum um dysturin millum Ongland og Belgia hósdagin endar við javnleiki um Ongland aftaná tann dystin framvegis hevur færri gul kort enn Belgia í samlaðu uppgerðini. 

 

Ongland vann í dag 6-1 á Panama. Arbeiðið var gjørt liðugt í fyrra hálvleiki tá Ongland var á odda 5-0.

 

HERber til at síggja málini frá dystinum millum Ongland og Panama.

 

Tróndur Arge tók soleiðis samanum dystin á in.fo fyrr í dag: "Ongland legði nógv fyri frá byrjan og kom á odda longu aftaná átta minuttir, eftir hornaspark, sum John Stones stútaði í málið. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki økti Harry Kane við brotssparki. Ongland helt fram við at koyra á. Jesse Lindgard og aftur John Stones og Harry Kane skoraði, áðrenn dómarin náddi at bríksla fyri hálvleiki.

 

Í seinna hálvleiki fekk Harry Kane sítt hattrik, men tað var meiri hepni enn nakað annað, tí hann stóð í vegin fyri einum skoti, sum rakti hann og snýtti málverjan. Panaman minkaði um munin við máli sum Felipe Baloy skoraði."

 


Ongland – Panama 6-1 (5-0)

 

1-0 John Stones, 8

2-0 Harry Kane, 22 br

3-0 Jesse Lindgard, 36

4-0 John Stones, 40

5-0 Harry Kane, 45 br

6-0 Harry Kane 62

6-1 Felipe Baloy, 78