VIDEO: Randers FC-AC Horsens 0-1 (0-0)

(Video) Hallur Hansson og liðfelagarnir í AC Horsens liggja á einum triðja plássi í donsku superliguni aftaná sigurin í Randers

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum í donsku superliguni millum Randers FC og AC Horsens, sum var spældur í Randers ígjár. AC Horsens vann dystin 1-0, og liggur nú á einum triðja plássi í donsku superliguni.

 

Í seinasta dystinum fyri AC Horsens undan landsdystunum móti Lettlandi og Ungarn, er Hallur Hansson farin skaddur av vøllinum. Hann spældi 80 minuttir, áðrenn hann bleiv skiftur út í Superliga dystinum móti Randers FC.

 

 

Hallur Hansson, sum eftir 73 minuttir hevði runnið mest av AC Horsens spælarunum, tveitti seg niður eftir bóltinum, tá ein spælari traðkaði á knæið hjá føroyska landsliðsspælaranum. Hallur Hansson tóktist fáa sera ilt, tí hann kláraði ikki at traðka til, tá hann kom á føtur aftur, men mátti fáa hjálp at koma av vøllinum.

- Tað er bara eitt slag og eg merki av tveimum dobbum í knænum, men eg eri klárur til landsdystirnar, sigur Hallur Hansson við TV3 Sport.

 

 

Fyrr í dystinum var hann í hornatøkum við ein spælara hjá Randers FC, sum tóktist spýta eftir honum. Tað sást ikki greitt á upptøkunum, men reaktiónin hjá Halli Hansson var ikki til at taka feil av. Tí bleiv hann eisini spurdur um hendingina.

- Ja, hann spýtti meg í andlitið. Mær dámar væl, at spælarar leggja nógv fyri, men tað er ikki í ordan at spýta,  sigur Hallur Hansson. 

 

 

AC Horsens vann útidystin móti Randers FC 1-0. Dysturin var annars eitt meistarverk í vánaligum fótbólti. Hvørki av liðnum kláraði at spæla nakað serlig, men onkrir møguleikar vóru.

 

 

Støðan:

 

 

1

FC Nordsjælland

10

6

2

2

24

16

8

20

2

FC Midtjylland

10

6

1

3

23

16

7

19

3

AC Horsens

11

5

4

2

15

10

5

19

4

FCK

10

5

3

2

20

11

9

18

5

Brøndby IF

10

5

3

2

17

10

7

18

6

Hobro

10

5

2

3

15

13

2

17

7

AGF

11

4

2

5

14

16

-2

14

8

OB

10

3

4

3

10

9

1

13

9

AaB

10

2

6

2

10

11

-1

12

10

SønderjyskE

10

2

5

3

19

16

3

11

11

Silkeborg

10

3

1

6

10

16

-6

10

12

Lyngby

10

2

3

5

13

23

-10

9

13

FC Helsingør

11

3

0

8

10

25

-15

9

14

Randers FC

11

1

4

6

7

15

-8

7