Mignolet leingir við Liverpool

Belgiski málverjin hevur í dag longt um sáttmálan við Liverpool.


Liverpool hevur longt um sáttmálan við belgiska málverja teirra, Simon Mignolet. Sáttmálin er nú galdandi fram til 2021.

 

Upprunaligi sáttmálin var galdandi fram til 2018, men eftir øllum at døma hevur felagið verið nøgt við tað, hann hevur víst í higartil 122 dystum.

 

Simon Mignolet, sum er 27 ára gamal, hevur spælt við Liverpool í tvey og eitt hálvt ár. Tá skifti hann úr Sunderland.

 

Í 2015 var Simon Mignolet tann málverjin í Premier League, sum helt búrið reint flestar ferðir.