Leita á in.fo

Tróndur Arge 03.01.2018 (12:44)

Video: Størsta løtan var móti Suðurkorea

Sonni Larsen er upp á tvey ár blivið eitt tað fremsta venjaranavnið í føroyskum hondbólti. Hann er venjari hjá bæði monnunum og kvinnunum hjá H71. Umframt tað, so var hann venjari hjá U21 landsliðnum, sum var til HM endaspælið í Algeria í summar. Nú er hann eisini venjari hjá A-landsliðnum hjá monnum. Alt hetta eftir eina uppringing fyri tveimum árum síðani.

 

Síggj samrøðuna við at trýsta á pílin á myndini

 

- Jú, eg visti hvar Føroyar var, men tað var ikki tí at eg visti so nógv um føroyskan hondbólt. Men tað er ein stuttlig søga, tí fyrispurningurin kom mikudag, og spurningurin var um eg kundi møta dagin eftir. Tað gekk ikki heilt, men um vikuskiftið stóð eg her, sigur Sonni Larsen og leggur afturat:

 

Hann heldur seg enn til at tosa á donskum, men er so smátt farin at skilja føroyskt.

 

- Eg skilji meiri og meiri av føroyskum. Um eg veit samanhangin, so eri eg væl við. Eg eri forvitin um málið og vil gjarna læra tað, sigur Sonni Larsen.

 

Størsta løtan móti Suðurkorea

Sonni Larsen var venjari hjá U21 landsliðnum, sum í summar bleiv nummar 16 í HM endaspælinum í Algera. Av fleiri stórum løtum var tann størsta at vinna móti Suðurkorea.

 

- Tað var móti Suðurkorea. At standa har og kenslurnar eru nógvar. Tað vóru nógv ting, sum riggaðu tann dagin. Vit spældu væl sum eitt lið, sigur Sonni Larsen.

 

Í komandi viku skal A-landsliðið hjá monnum spæla HM undankapping í italia. Málið er at byggja víðari upp góðu gongdina í føroyskum landsliðshondbólti seinastu tíðina. Millum annað eru fleiri spælarar frá U21 landlsiðnum við á A-landsliðnum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her