Leita á in.fo

Heri Simonsen 14.11.2017 (00:05)

VIDEO: Svensku spælararnir flippaðu út av gleði

Í Svøríki eru tey bæði glað og stolt um bragdið hjá teirra fótbóltslandsliðið, sum yvir tveir HM-play off dystir hevur vunnið samanlagt 1-0 á Italia, og harvið vunnið seg til HM-endaspælið í Russlandi komandi summar. Italia sleppur ikki við til eitt HM fyri fyrstu ferð síðani 1958.

 

Í svenska landsliðshópinum vóru menn so fegnir og ovfarakátir, at teir gjørdu ikki mætari enn, at teir oyðiløgdu útistudio svenska Eurosport hevði sett upp til útidystin í Italia.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj stuttligu og margháttligu støðuna har svensku spælararnir gera av við útistudio hjá svenska Eurosport.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her