Leita á in.fo

Heri Simonsen 03.07.2018 (18:20)

VIDEO: Svøríki-Sveis 1-0 (0-0)

Fyri sjeyndu ferð í HM-søguni er Svøríki at finna millum átta tey bestu londini í einum HM-endaspæli.

 

Í 1934, 1938, 1950, 1958, 1974 og í 1994 var Svøríki millum átta tey bestu í heiminum, og tað er aftur veruleiki nú.

 

Fyrr í dag vann Svøríki 1-0 á Sveis í áttandapartsfinaluni. Tróndur Arge tók soleiðis samanum dystin á in.fo fyrr í dag: "Svøríki hevði munin í fyrra hálvleiki, har teir komu til bæði tveir og kanska tríggjar stórar málmøguleikar, men neyvleikin manglaði. Í eina førinum var talan um avbera gott spæl í høgru, tá bólturin so bleiv lagdur innfyri, men svenski spælarin megnaði ikki at umseta innleggið til skot á mál.

 

 

Í seinna hálvleiki tóktist dysturin verða meiri javnur, tí Sveis hevði bóltin mist líka nógv – um ikki meir í løtum. Tó endaði tað við, at Emil Fossberg fekk bóltin í vinstru uttanfyri brotsteigin. Hann rak til høgru og komin mitt fyri, royndi hann seg við skoti. Tað var hvørki hart ella neyvt, men rakti ein verjuspælara og snýtti málverjan hjá Sveis.

 

 

Eftirfylgjandi vardi Svøríki sum eitt lið og tað var sjáldan, at tað var veruligur vandi á ferð. Sveis kringsetti brotsteigin, men guli múrurin stóð í vegin fyri øllum teimum sveisisku málroyndunum.

 

 

Svøriki er víðari til fjórðingsfinalurnar, har teir skulu spæla móti Onglandi ella Kolumbia. Tey spæla í kvøld klokkan 19. Hinar fjórðingsfinalurnar eru Uruguay-Frakland, Brasil-Belgia og Russland-Kroatia. Fjóðringsfinalurnar verða spældar fríggjadagin og leygardagin."

 

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Svøríki og Sveis.

 

 

Svøríki – Sveis 1-0 (0-0)

 

1-0 Emil Fossberg, 66.min


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her