Leita á in.fo

Her fegnast teir hjá Víkingi um málið hjá Gunnari Vatnhamar

Heri Simonsen 11.07.2018 (08:55)

VIDEO: Víkingur-HJK 1-2 (0-2)

Víkingur tapti tepurt 1-2 á Svangaskarði ímóti finska meistaraliðnum, HJK úr Helsinki. Returdystur verður á Finnair leikvøllinum í Helsinki um eina viku. Samlaði vinnarin av uppgerðini møtir BATE Borisov úr Hvítarusslandi í næsta undanumfarinum. 

 

 

Jóannes Hansen tók m.a. soleiðis samanum 1-2 tapið hjá Víkingi í kvøld á in.fo fyrr í kvøld: "Í fyrra hálvleiki vóru gestirnir omaná, og tá eydnaðist tað teimum at skora tvey mál, sum eisini stóðust av ikki so sannførandi verjuspæli hjá Víkingi.

Í seinna hálvleiki var Víkinga liðið betri tunað inn á mótstøðuliðið, og tá var eingin munur á liðunum. Gunnar Vatnhamar minkaði um munin, og víkingarnir stríddust fyri at javna, uttan at tað eydnaðist."

 

 

 

HER ber til at síggja málini sum komu í dystinum.

 

 

 

Samrøðurnar Hilmar Jan Hansen gjørdi við Gunnar Vatnhamar, Sølva Vatnhamar og Sigfríð S. Clementsen, venjara hoyrast HER


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her