VIDEO: Viljormur og teir bjargaðu sær stig í yvirtíðini

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Vejle-Vendsyssel FF 1-1 (0-1)

Tap var aftur í hendi hjá Viljormi Davidsen og liðfeløgunum í Vejle, tá Viljormur og liðfelagarnir tóku ímóti Vendsyssel FF í botnuppgerð í donsku superliguni í dag. 

 

Vendsyssel legði seg á odda longu í 9. minutti, og heimaáskoðararnir vóru als ikki nøgdir við tað teir sóu í fyrra hálvleiki. 

 

Standurin var ikki nógv betur í seinna hálvleiki, og Vejle Folkeblad metir, at talan er um ringast spælda dystin hjá Vejle í hesum árinum. Talan var um fyrsta dystin hjá nýggja venjaranum, Constatin Galca.

 

Men í tíðini sum dómarin hevði lagt aftrat eydnaðist tað innskifta Gustaf Nilsson at stúta bóltin í málið hjá Vendsyssel FF og harvið tryggja Vejle eitt ógvuliga kærkomið stig.

 

Um átta dagar spælir Vejle á útivølli ímóti Esbjerg, ið liggur fjórðovast í donsku superliguni. Liðið hjá Halli Hansson, AC Horsens spælir á útivølli ímóti Randers FC í morgin klokkan 11.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum millum Vejle og Vendsyssel FF.

 

Støðan:

 

livescore.com

1

FCK

24

40

57

2

FC Midtjylland

25

35

57

3

OB

24

2

36

4

Esbjerg 

24

-2

35

5

Brøndby 

24

2

34

6

FC Nordsjælland

24

2

32

7

AaB

24

1

32

8

AGF

24

0

31

9

Randers FC

24

-6

31

10

AC Horsens

24

-10

31

11

SønderjyskE

24

-8

25

12

Vendsyssel FF

25

-16

22

13

Hobro

25

-21

21

14

Vejle 

25

-19

20