Leita á in.fo

Heri Simonsen 03.12.2018 (22:45)

VIDEO: Viljormur og Vejle taptu í Århus

Viljormur Davidsen spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í Vejle taptu 1-2 ímóti AGF á útivølli í dysti í donsku superliguni.

 

Vejle kom á odda við einum sjálvmáli tá 20 minuttir vóru farnir. AGF javnaði beint undan steðginum, og tíðliga í seinna hálvleiki skoraði heimaliðið sigursmálið.

 

Sambært heimasíðuni hjá Vejle spældi Vejle væl, men liðið hevur ringt við at umseta málmøguleikar til mál fyri tíðina, og tað er høvuðsorsøkin til, at liðið liggur næstaftast í superliguni. 

 

AGF – Vejle 2-1 (1-1)
20. 0-1 Sjálvmál
45. 1-1 Casper Højer Nielsen
52. 2-1 Casper Højer Nielsen

 

Komandi sunnudag spælir Vejle á heimavølli ímóti Brøndby. Seinasti dysturin hjá Vejle undan vetrarsteðginum verður ímóti Randers á útivølli. Dysturin verður spældur leygardagin 15. desember.

 

Støðan:

 

1

FCK

18

13

2

3

43

18

25

41

2

FC Midtjylland

18

11

5

2

44

18

26

38

3

OB

18

7

6

5

25

18

7

27

4

Brøndby 

18

8

3

7

28

24

4

27

5

Esbjerg 

18

7

5

6

23

23

0

26

6

AaB

18

6

7

5

23

20

3

25

7

AC Horsens

18

6

6

6

21

32

-11

24

8

Randers FC

18

5

7

6

20

26

-6

22

9

FC Nordsjælland

18

5

6

7

27

26

1

21

10

SønderjyskE

18

5

6

7

23

24

-1

21

11

AGF

18

4

9

5

21

24

-3

21

12

Vendsyssel FF

18

4

4

10

17

29

-12

16

13

Vejle

18

3

7

8

16

29

-13

16

14

Hobro

18

4

3

11

16

36

-20

15


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her