Leita á in.fo

Danjal av Rana 20.09.2017 (20:33)

Víkingur er á FM-kós men ÍF er flutt niður

Líkindini vóru góð í Sarpugerði, tá oddadysturin millum Víking og KÍ byrjaði. Setningurin hjá liðunum var greiður. Ein sigur til heimaliðið hevði ført teir eitt risafet nærri FM-heitinum, men ein javnleikur hevði heldur ikki verið av leið. Fyri KÍ var tó einki annað at gera enn at vinna dystin fyri at tætta lúkuna upp til Víking, nú endaspurturin av álvara er byrjaður í EFFO-deildini.

 

Dysturin leikaði javnt á í fyrra hálvleiki, men hvørki liðið megnaði at bróta ígjøgnum tøttu verjurnar. Í seinna hálvleiki legði Víkingur bragdliga fyri, og sum dysturin leið gjørdist tað greitt, at tað var Víkingur, sum stýrdi. Seinastu 10 minuttir trýsti KÍ nógv, men hvørki Ahmed Mujdragic ella Albert Adu megnað at fáa bóltin í málið. Dysturin endar tí 0-0.

 

B36 lyfti seg upp á annað pláss í EFFO-deildini við einum tryggum 3-0 sigri á TB/FC Suðuroy/Royn. B36 hevði bóltin so gott sum allan dystin. Lukasz Cieslewicz legði B36 á odda 1-0 eftir 23 minuttir og økti um munin eftir 55 minuttir. Í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat skoraði Patrick Johannesen til 3-0 við einum vøkrum frísparki. Jákup á Borg, venjari hjá B36, fekk í fyrra hálvleiki reytt kort fyri at brúka seg móti dómaranum. TB/FC Suðuroy/Royn liggur nú á áttinda plássi.

 

Í Runavík spældu NSÍ og HB, sum lógu á fjórða og fimta plássið. Tað gera tey enn, men munurin millum teirra er tódnaður úr fýra niður í eitt stig, eftir at HB vann 3-2. Sebastian Pingel legði HB á odda í 15. minutti, og Øssur Dalbúð skoraði til 2-0 í 59. minutti. Í 83. minutti skoraði Jón Rói Davidsen til 3-0 við beinleiðis frísparki og so mundu flestu halda, at dysturin var avgjørdur. Tó so, seinastu løtuna megnaði NSÍ at skora tvey mál og skapa veruligan spenning aftur í dystinum. Fyrst skoraði Árni Fredriksberg við einum langskoti úr 20 metrum og í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat skoraði Pætur Hentze til 3-2. Útjavnandi málið kom tó ongantíð, so heiðursmerkjavónin hjá NSÍ tykist sera kám nú.

 

Í botnstríðnum vann EB/Streymur ein týdningarmiklan sigur á 07 Vestur. EB/Streymur liggur nú á sjeynda plássi, sjey stig framman fyri 07 Vestur á níggjunda plássi. Leif Niclasen skoraði til 1-0, tá hálvur tími var farin av dystinum. Lítla løtu seinni skoraði Pætur Petersen til 2-0 og í 53. minutti skoraði Rógvi Egilstoft Nielsen til 3-0 upp á brotsspark.

 

Eisini Skála tykjast hava tryggjað sær enn eitt ár í Effo-deildini, tá teir í seinasta dystinum í kvøld vunnu 2-1 á ÍF. Michal Przybylski legði Skála á odda 1-0 í fyrra hálvleiki og Pætur Dam Jacobsen økti um munin til 2-0 upp á brotsspark. Minuttin seinni minkaði Ndende Adama Gueye um munin til 2-1, men tað var ov lítið hjá fuglfirðinum, sum eftir dagsins úrslit endaliga eru fluttir niður.

 

Úrslitini í dag vóru:

Víkingur – KÍ 0-0

B36 – TB/FCS/Royn 3-0

NSÍ – HB 2-3

EB/Streymur – 07 Vestur 3-0

Skála – ÍF 2-1

 

Støðan eftir 23. umfar er:

Víkingur 49 stig, +28 mál

B36 44 stig, +25 mál

KÍ 44 stig, +20 mál

NSÍ 37 stig, +20 mál

HB 36 stig, +13 mál

Skála 26 stig, -11 mál

EB/Streymur 26 stig, -14 mál

TB/FCS/Royn 25 stig, -11 mál

07 Vestur 19 stig, -25 mál

ÍF 9 stig, -41 mál 

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her