Leita á in.fo

Mynd: B36

Danjal av Rana 09.11.2018 (11:37)

Víkingur fer til B36

Erling Jacobsen hevur í dag skrivað undir sáttmála við B36. Verjuleikarin hevur øll árini undan hesum spælt við GÍ og Víkingi, har hann tilsamans hevur spælt 279 dystir fyri besta mansliðið har á leiðini. Teir allar flestu av dystunum sum miðverji ella vinstri bakkur. Eisini hevur hann fimm dystir á føroyska A-landsliðnum umframt hópin av U-landsdystum.

 

Í fjør var Erling á sjónum, men ætlanin hevur alla tíðina verið at spæla fótbólt, tá hann aftur kom á land, og so kunnu vit bara fegnast um, at hetta verður í B36.

 

- Fyrst og fremst, so tykist tað, sum er B36 eitt sunt og væl rikið felag, og tað er avgjørt høvuðsorsøkin til valið, sigur Erling Jacobsen, sum leggur afturat, at hann gleðir seg til nýggju avbjóðingina.

 

- Men tað var ikki bara ein løtt avgerð. Eg havi altíð spælt við Víkingi, so sjálvandi varð nógv vigað aftur og fram, áðrenn eg tók avgerðina. Men eg búgvi í Havn, og við tveimum smábørnum er ikki altíð líka lætt at brúka nógvar tímar til ferðing hvørja viku.

 

Hóast hann hevur verið á sjónum størsta partin av farna kappingarári, so heldur Erling, at venjingarstøðan er á eini leið.

 

- Eg havi ikki bara ligið í dvala, men havi eisini runnið nakað. Tað er sjálvandi ikki tað sama, sum tá spælt verður á vøllinum, men enn eru nakrir mánaðir, áðrenn kappingin fer ígongd. So eg rokni við, at eg til ta tíð eru í somu venjingarstøðu sum nýggju liðfelagar míni, sigur Erling Jacobsen.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her