Leita á in.fo

Mynd: (Álvur Haraldsen) Hjartvard Hansen (t.h) í dysti móti HB í ár. Hann fer nú at spæla við Víkingi aftur

Tróndur Arge 06.12.2018 (12:59)

Víkingur fingið fyrstu tilgongdina

Bolt.fo skrivar, at 30 ára gamli Hjartvard Hansen verður partur av liðnum hjá Víkingi í 2019. Tað váttar næstformaðurin í Víkingi, Ólavur Thomsen, fyri bolt.fo. Hann hevur í ár spælt við ÍF, sum flutti upp úr næstbestu deildini. Hann er leirvíkingur og hevur fyrr spælt við besta liðnum hjá Víkingi.

 

Hetta er fyrsti styrkurin hjá Víkingi. Næstformaðurin, Ólavur Thomsen, váttar fyri bolt.fo, at arbeitt verður við at fáa meira styrk til Víking. Sámal Erik Hentze er aftur venjari í felagnum, sum hann førdi til tvey meistaraheiti í 2016 og 2017.

 

Sámal Erik Hentze er ein føroysku venjarunum, sum hevur verið í USA og havt venjingar á eini venjingarmiðstøð fyri spælarar, sum ikki hava sáttmála. Her ljóðar, at Víkingur helst fær vitjan av spælarum, sum koma at royndarvenja. Eitt boð er eisini, at Dion Splidt kemur úr ÍF. Sámal Erik Hentze hevur fyrr verið venjari hjá argjamanninum á Argjum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her