Leita á in.fo

Hoyr m.a. hvat Sølvi Vatnhamar hevði at siga um 1-2 heimatapið hjá Vìkingi ímóti HJK Helsinki

Heri Simonsen 10.07.2018 (21:25)

Víkingur-HJK: Mál og samrøður (FM1)

Víkingur tapti tepurt 1-2 á Svangaskarði ímóti finska meistaraliðnum, HJK úr Helsinki. Returdystur verður á Finnair leikvøllinum í Helsinki um eina viku. Samlaði vinnarin av uppgerðini møtir BATE Borisov úr Hvítarusslandi í næsta undanumfarinum. 

 

Jóannes Hansen tók m.a. soleiðis samanum 1-2 tapið hjá Víkingi í kvøld á in.fo fyrr í kvøld: "Í fyrra hálvleiki vóru gestirnir omaná, og tá eydnaðist tað teimum at skora tvey mál, sum eisini stóðust av ikki so sannførandi verjuspæli hjá Víkingi.

Í seinna hálvleiki var Víkinga liðið betri tunað inn á mótstøðuliðið, og tá var eingin munur á liðunum. Gunnar Vatnhamar minkaði um munin, og víkingarnir stríddust fyri at javna, uttan at tað eydnaðist."

 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:

 

 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1, tá Hilmar Jan Hansen segði frá teimum trimum málunum. Svenn Ó. Olsen var viðmerkjari.


2) Hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við málskjúttan, Gunnar Vatnhamar.


3) Hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við landsliðsspælaran hjá Víkingi, Sølva Vatnhamar.


4) Hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við høvuðsvenjaran hjá Víkingi, Sigfríð S. Clementsen. 

 

 

Allir tríggir eru vónbrotnir um, at úrslitið ikki gjørdist betri, men teir hava allir tríggir góðar vónir um, at stríðist Víkingur væl og stendur væl á vøllinum, so er tað ikki ógjørligt hjá Vìkingi at koppa HJK í returdystinum um eina viku. Høvuðsvenjarin er betri foreintur við seinna hálvleik enn við fyrra hálvleik. 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her