Søgan um Philippe Coutinho heldur fram. Hann er útvaldur av Barcelona sum avloysari fyri Neymar, sum er seldur til PSG fyri ikki minni enn 1,65 milliardir krónur. Í dag hevur Liverpool spælarin boðað frá, at hann vil sleppa avstað, men Liverpool noktar.
Les eisini: Liverpool heldur fast í Coutinho
Dagurin byrjaði við, at Liverpool alment boðaði frá umvegis heimasíðuna at Philippe Coutinho ikki verður seldur. Løtu seinni komu boð um, at brasilski landsliðsspælarin hevur givið leiðsluni í felagnum boð um, at hann vil sleppa til Barcelona.
Hann skal hava latið eitt sokalla “Transfer-request” inn. Síðani hevur Liverpool svarað aftur við at siga at felagið framvegis ikki vil selja framrættaða miðvallaran, ið hevur stóra týdning fyri spælið hjá Liverpool.
Les eisini: Hesir skulu avloysa Neymar
Barcelona hevur sambært altjóða miðlum bjóðað upp á Philippe Coutinho tvær ferðir. Seinnu ferðina upp í 900 milliónir krónur. Barcelona skal eisini hava bjóðað upp á Ousmane Dembélé hjá Borussia Dortmund. Hann hevur fingið bót frá sínum týska felagið, tí hann ikki møtti til venjing herfyri. Nakað, sum eisini hevur sett gongd á søgurnar um eitt møguligt skifti til Barcelona.
Liverpool skal í morgin spæla fyrsta dystin í nýggja kappingarárinum, men tað verður vantandi uttan Philippe Coutinho. Hann hevur ikki vant í seinastuni, men tað er orsaka av einum ringum ryggi.