Leita á in.fo

Jógvan Páll Lassen fann seg ikki í, at KÍ skuldi revsast fyri mistak hjá Zalgiris úr Litava

Heri Simonsen 11.07.2018 (16:25)

Vildi ikki at KÍ skuldi líða órætt

Tað var á markinum, at KÍ bleiv revsað fyri, at Zalgiris úr Litava ikki hevði gjørt sítt heimaarbeiðið, og ikki megnaði at lenda í Føroyum til tíðina.

 

Franski UEFA-umboðsmaðurin hevði sett sær fyri at flyta dystin hjá KÍ ímóti Zalgiris til klokkan 19 mikukvøldið, og haraftrat hevði franski UEFA-umboðsmaðurin ætlað, at dysturin skuldi verða á Tórsvølli, ið hevði verið ein vansi fyri KÍ.

 

Jógvan Páll Lassen, ið hevur nógvar drúgvar royndir sum fyrireikari av altjóða dystum, og eisini hevur nógvar royndir tá tað kemur til at samskifta við UEFA í samband við, at altjóða dystir verða leiktir í Gundadali og á Tórsvølli helt avgjørt, at hetta kundi ikki verða rætt, at KÍ var revsað fyri eitt mistak hjá Zalgiris.

 

Jógvan Páll Lassen vísti UEFA-umboðsmanninum á øll flogførini sum eru lend seinastu dagarnar, og Zalgiris kundi bara gjørt sítt heimaarbeiðið betri.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hvussu Jógvan Páll Lassen strongdi á, at KÍ ikki skuldi verða fyri órætti. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her