Leita á in.fo

Mynd: (Sigmar Mørkøre) Margunn Lindholm skoraði avgerandi málið í steypafinaluni

Tróndur Arge 07.12.2018 (09:24)

Vilja broyta kvinnufótbólt

Níggju venjarar, sum allir eru knýttir at liðunum í Betri deildini hjá kvinnum, hava skrivað undir eitt uppskot til fleiri broytingar í toppinum í føroyskum kvinnufótbólti. Broytingaruppskotið inniheldur millum annað uppskot um, at skipa U18-deildina øðrvísi, tryggja sjónvarpsupptøkur av dystunum, arbeiða fyri at fáa tvey pláss í UEFA-kappingum og at umskipa landskappingina, so hon ikki er so long og hevur færri steðgir.

 

Spæla um upp- og niðurflyting

Í løtuni er ongin upp- og niðurflyting millum bestu og næstbestu deildina. Lagt verður eisini upp til, at broyta leistin í 2.deild, so tær eisini spæla 11 móti 11. Hartil skal navnið broytast til 1.deild. Siðani skal spælast um upp- og niðurflyting.

 

Eisini er ætlanin, at kappingin skal styttast. Ynski er at landskappingin skal byrja í fyrstu viku í apríl, at summarferian verður stytt niður í fýra til fimm vikur og at kappingin endar í seinasta lagi 1. oktober. Mælt veðrur eisini til, at Fótbóltssambandið skal áseta dómarar til bæði Betri deildina og 1.deild.

 

Í broytingaruppskotinum hjá teimum níggju venjarunum stendur millum annað, at tey ynskja at avtaka U18-deildini og í staðin hava tríggjar árgangir í U16-deildini. So koma ungdómsdeildirnar at hava U7, U8, U9, U11, U13 og U16.

 

Kvinnufótbóltur skal mennast

Á eftirmetingarfundinum komu venjararnir eisini við nøkrum øðrum uppskotum. Eitt av teimum er, at eftirmetingarfundurin hjá Fótbóltssambandinum verður deildur upp í tvey, so at mans- og kvinnufótbóltur verður umrøddur hvør sær.

 

Ynskt verður eisini, at samskiftið við landsliðsvenjararnar verður betri í samband við landsliðsúttøkur, og at føroyskur fótbóltur fær tvey UEFA-pláss. Sagt verður, at ynskið er at gera kvinnufótbólt meiri spennandi, og harvið fáa fleiri kvinnur at spæla fótbólt.

 

Tey, sum hava skrivað undir uppskotið eru, Matthias Davidsen og Sunnuvá Vesturdal úr EB/Streymi/Skála, Allan Dybczak og Niels Petersen úr HB, Poul Helgi Jacobsen og Svenn Olsen úr ÍF/Víkingur, Alexandar Djordjevic úr KÍ, Súni Olsen úr B36 og André Olsen úr B68.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her