Viljormur fer til Turkalands

Føroysku landsliðsspælararnir í Danmark fara í jólafrí mitt í desember

Tað verður í Turkalandi, at Viljormur Davidsen og liðfelagar hansara í Vejle fara at fyrireika seg til seinna partin av kappingarárinum. Seinnu árini hevur Vejle ofta verið í Turkalandi stutt eftir ársskiftið, og soleiðis verður tað eisini eftir nýggjár.

Vejle Amts Folkeblad veit at siga, at Vejle fer til Turkalands 13. januar, og at steðgurin verður til 25. januar. Umframt venjingar eru tríggir dystir á skránni. Enn er ikki greitt, hvørjum dystirnir vera ímóti.

Fyrsti landskappingardysturin eftir ársskiftið verður 10. Februar, tá ið Vejle fær vitjan av SønderjyskE.

Trý umfør eru eftir undan vetrarsteðginum. Mánakvøldið verður gamli jyski klassikarin millum AGF og Vejle í Aarhus. Annan sunnudag fær Vejle vitjan av Brøndby IF, og leygardagin 15. desember skal Vejle spæla á útivølli ímóti Randers FC.

 

Setningurin hjá Vejle er at sleppa undan niðurflyting. Í løtuni er Vejle næstaftast við 16 stigum.