Leita á in.fo

Tróndur Arge 10.06.2018 (15:35)

Vípan úr Støkk millum heimsins bestu

Í dag var HM-finalan í estetiskum fimleiki í Budapest í Ungarn. Vípan úr Fimleikafelagnum Støkk megnaði í gjár, sum einasta føroyska liði, at koma víðari í finaluna við stigatalinum 14,9. Í dag fingu tær 15,55 stig, sum er hægsta stigatal eitt føroyskt kvinnuunglingalið hevur fingið nakrantíð til HM.

 

Við samanlagda stigatalinum 30,45 endaðu tær á einum samlaðum 10. plássi.  Tredivu lið úr øllum heiminum luttóku í kvinnuunglingakappingini og í kvinnukappingini luttóku 34 lið. Vinnarar av bæði kvinnu- og kvinnuunglingakappingini gjørdist Russland í harðari kapping við Finnland.

 

Fimm lið úr Føroyum luttóku í kappingini, tvey kvinnulið og trý kvinnuunglingalið. Í kvinnuunglingakappingini endaði  Vípan úr Støkk á 10. plássi, Eina úr HF á 19. plássi og Nora úr HF á 20. plássi. Í kvinnukappingini endaði Hydra úr Ljósinum á einum 22. plássi og Hulda úr HF á 27. plássi.

 

Myndatekstur:

Liðið hjá Vípuni frá vinstru: Rósa Hanusardóttir á Lógv, Miriam Jákupsdóttir Johansen, Beinta Gaardbo, Rósa Hansen, Elsa Maria Hansen, Heidi Napoleonsdóttir Jacobsen, Bjørk Nolsøe, Sunnvá Weihe Johannesen og Sandra Hansen. Venjarar eru Ásleyg Toftegaard og Debora Ingvarsdóttir Stauss.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her