Vit hugsa ikki um stigatalvuna

Rás 2: Ein av málskjúttunum hjá KÍ, Jákup B. Andreasen, sigur, at KÍ ikki hugsar um stigatalvuna enn, men tekur ein dyst í senn

KÍ hevur fingið eina flúgvandi byrjan uppá kappingarárið í Betri-deildini, har KÍ eftir fyrstu sjey umførini er oddalið við 19 stigum og enn ósigrað í kappingini. Í dag vann KÍ 2-0 sigur á EB/Streymi við málum frá Jákup B. Andreasen og Steinbjørn Olsen.

 

Men hóast góðu byrjanina, fer Jákup B. Andreasen ikki uppfrá. Í samrøðu sum Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Jákup B. Andreasen, sigur KÍ miðvallarin, at teir ikki hugsa um stigatalvuna í Klaksvík enn, men taka ein dyst í senn.

 

Til ber at hoyra samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini.