Leita á in.fo

Mynd: H71.fo

Danjal av Rana 11.10.2017 (21:52)

Vunnu sín fyrsta sigur

Fyri fyrstu ferð nakrantíð hava hoyvíkskvinnur vunnið ein hondbóltsdyst í bestu deildini. Hetta hendi í kvøld, tá tær á útivølli bastu Neistanum 23-21.

 

Tað vóru fimm gyltir minuttir í fyrra hálvleiki, sum løgdu lunnar undir sigurin, tá H71 kvinnurnar frá 11. til 16. minutt megnaðu at skora fýra mál uttan at Neistin skoraði nakað og soleiðis fáa sær eina 8-4 leiðslu. Hetta helt sær heilt til hálvleiks, tá støðan var 15-10 til H71.

 

Tað mundi tó enda galið hjá hoyvíkskvinnunum, tá tær fingu tvær útvísingar sum mundu kostað dýrt. Fyrst megnaðu neistakvinnurnar at hála seg inn aftur frá 21-15 til 21-19, tá fyrst Sanna Skaalum Gunnarstein og síðani Silja Sámalsdóttir vórðu útvístar, og síðani settu tær endaspurtin inn og komu frá 22-19 til 22-21. Í seinasta álopinum eydnaðist tað tó Eva Barbu Arge at seta bóltin í málið og staðfesta sigurin hjá H71.

 

Í Vestmanna vann heimaliðið 26-21 á Kyndli. VÍF var á odda 15-8 í hálvleikinum. Hetta merkir, at VÍF er nýtt oddalið hjá kvinnum við átta stigum, Kyndil og VB hava sjey, Neistin fýra, H71 tvey og Stjørnan og STÍF hava framvegis einki stig.

 

Hetta er fyrsta kappingarár, at H71 hevur eitt lið í bestu deildini.

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her