Leita á in.fo

Tróndur Arge 12.01.2019 (15:22)

VVF-Cup: Víkingur og Skála vunnu

Fýra av fimm dystum í 1. umfari í Venjarakappingini hava verið í dag. Víkingur vann 4-0 á TB, Skála vann 2-1 á KÍ, meðan AB og NSÍ deildu stigini á Argjum. Fyrr í dag vann HB 8-1 á ÍF. Fimti og seinasti dysturin verður í morgin millum B36 og EB/Streym.

 

Les eisini: HB vann 8-1 á ÍF

 

Í Sarpugerði vann Víkingur 4-0 á TB. Heðin Hansen, Andreas Lava Olsen, Elias Lervig og Tonni Thomsen skoraðu málini fyri heimaliðið.

 

Í Klaksvík vann Skála 2-1 á KÍ, sum ongar av sínum sjey útlendingum hevði við, tí teir ikki eru komnir til landið enn, skrivar Norðlýsið. Andreas Egebjerg Jacobsen legði Skála á odda, meðan Kristiffur Jakobsen javnaði fyri KÍ. Móti dystarenda skoraði Haraldur Højgaard til 2-1 til Skála.

 

Á Argjum spældi AB og NSÍ javnleik 1-1. Her eru málskjúttarnir ikki kunngjørdir enn, men Búi Egilsson spældi við NSÍ, meðan AB hevði útlendskan spælara til royndarvenjing.

 

VVF-Cup 1. umfar:

Leygardagin:

HB – ÍF 8-1 (4-0)

1-0 Adrian Justinussen

2-0 Adrian Justinussen

3-0 Adrian Justinussen

4-0 Dan í Soylu

5-0 Jógvan Skeel Nolsøe

5-1 Jan Ellingsgaard

6-1 Jógvan Skeel Nolsøe

7-1 Símun Sólheim

8-1 Símun Samuelsen

 

AB – NSÍ 1-1

 

KÍ – Skála 1-2 (0-1)

0-1 Andreas Egebjerg Jacobsen

1-1 Kristoffur Jakobsen

1-2 Haraldur Højgaard

 

Víkingur – TB 4-0 (2-0)

1-0 Heðin Hansen

2-0 Andreas Lava Olsen

3-0 Elias Lervig

4-0 Tonni Thomsen

 

Sunnudagin:

B36 – EB/Streymur (13.00)


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her