Watford smurdi Chelsea av

Eitt reytt kort í fyrra hálvleiki bleiv dýrt hjá Chelsea, sum tó eina løtu sá út til at fáa stig.

Ein dystur hevur verið í Premier League í kvøld. Hann var ímillum Watford, sum roynir at halda seg burtur frá niðurflytingarstrikuni, og Chelsea, sum roynir at halda samband við oddaliðini og samstundis skuldi royna at vaska 0-3-tapið ímóti Bournemouth síðsta vikuskifti av sær aftur.


Fortreytirnar hjá Chelsea vóru ikki tær bestu í fyrra hálvleiki, tí longu eftir einum hálvum tíma fekk Tiémoué Bakayoko seinna gula kortið og varð harvið útvístur. Tríggjar minuttir undan steðginum fekk Watford brotsspark, og hetta umsetti Troy Deeney til eina 1-0-hálvleiksleiðslu.


Smáir tíggju minuttir vóru eftir, tá ið Chelsea megnaði at javna til 1-1 við einum einmansavriki og vøkrum langskotsmáli frá Eden Hazard, men hetta vardi ikki leingi hjá London-stórfelagnum, tí síðstu løtuna skeyt eitt vælspælandi Watford ikki færri enn trý mál afturat.


Daryl Janmaat setti gongd á málskjótingina og legði Watford á odda 2-1 eftir eitt sera væl spælt álop, og seinastu minuttirnar syrgdu Gerard Deulofeu og Roberto Pereyra fyri einum heldur óvæntað stórum 4-1-sigri til Watford.


Tapið há Chelsea í kvøld hevur við sær, at teir ikki yvirhála Liverpool og verða harvið verandi á fjórða plássi. Teir eru einans eitt stig frammanfyri grannarnar, Tottenham, ið er á fimta plássi. Hjá Watford vóru stigini sera kærkomin, og er liðið nú nummar 11 og seks stig frá niðurflyting.