Wayne Rooney til USA

Enski áleyparin hevur skotið sítt seinasta mál í Premier League – fyribils

Wayne Rooney er í hesum døgum í samráðingum við amerikanska fótbóltsfelagið, DC United. Bretskir miðlar skriva, at nú er tað upp til Everton, um felagið vil lata løntunga spælaran skift atil MLS í USA.

 

Wayne Rooney skifti undan hesum kappingarárinum frá Manchester United aftur til barndómsfelagið, Everton. Avrikini hava verið misjøvn og Evrton skifti eisini venjara miðskeiðis í kappingarárinum.

 

Nú bendir nógv á, at tað bara blívur til eitt ár í barndómsfelagnum, men tað er ikki full semja í Everton. Dailymail heldur seg vita, at tað eru ymiskar meiningar um skiftið. Onkur vil hava Wayne Rooney verandi í felagnum, hóast hann fær nógv í løn, meðan onnur halda at skiftið hann geva eitt sindur av luft í budgettið.

 

Enski áleyparin er nú blivin 32 ára gamal, men tað er synd at siga, at hann heldur sær eins væl og fyrrverandi liðfelagin, 33 ára gamli Cristiano Ronaldo.