Leita á in.fo

George Weah til vinstru.

Pætur Albinus 13.09.2018 (21:25)

Weah gjørdi comeback

Tað eru 15 ár síðani George Weah gavst at spæla fótbólt. Eitt av størstu avrikunum, ið hann legði eftir seg, var at hann varð kosin heimsins besti spælari í 1995, tá ið hann sum fyrsti – og higartil einasti – afrikanski spælarin vann Ballon d'Or. Heiðurin fekk Weah, sum tá spældi við AC Milan, frammanfyri Jürgen Klinsmann og Jari Litmanen.


Tann nú 51 ára gamli George Weah er vorðin forseti í heimlandinum, Liberia. Hóast tað mesta av tíðini nú fer við politikki, so gjørdi hann fyrradagin eitt fyribils comeback, tá ið Liberia spældi vinardyst ímóti Nigeria. Venjingardysturin var fingin í lag, tí at troyggjunummarið hjá George Weah, nummar 14, skuldi friðast.


Púra óvæntað fyri áskoðararnar, so var George Weah sjálvur við í dystinum og spældi í álopinum hjá Liberia. Hann spældi 79 minuttir áðrenn hann varð útskiftur og fagnaður av áskoðarunum. Nigeria, sum eitt nú hevði Leicester-spælaran Wilfried Ndidi og Stoke-spælaran Oghenekaro Etebo við á liðnum, vann dystin 2-1.


Fótbóltssiðvenjan livir víðari í Weah-familjuni. Fyrstføddi sonurin, 31 ára gamli George, hevur spælt fulltíðarfótbólt fram til nýliga, meðan yngsti sonurin, 18 ára gamli Timothy, er mettur at vera eitt stórtalent og spælir við PSG og landsliðnum hjá USA, har hann er føddur og uppvaksin.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her