Xabi Alonso gevst

Spanski miðvallarin hevur vunnið stórt sæð alt, sum er at vinna.

Hann hevur vunnið stórt sæð alt, sum ein fótbóltsspælari kann ynskja sær. Champions League, HM, EM, La Liga, Bundesliguna o.a., og nú er tíðin skjótt komin hjá Xabi Alonso at steðga.

 


35 ára gamli miðvallarin sigur við heimasíðuna hjá núverandi felagi hansara, Bayern München, at hann gevst við at spæla fótbólt eftir hetta kappingarárið – tað vil siga í summar.

 


- Tað hevur ikki verið nøkur løtt avgerð, men eg haldi, at hetta er rætta løtan, sigur hann við heimasíðuna hjá felagnum.

 


Alonso spældi við Liverpool frá 2004 fram til 2009, tá ið hann varð seldur til Real Madrid. Síðan 2014 hevur hann spælt við Bayern München.