Leita á in.fo

Yngra SÍ-liðið, sum tapti 0-3 ímóti eldra SÍ-liðnum hevur fokus uppá framtíðina

Heri Simonsen 10.02.2018 (21:35)

Yngra SÍ-liðið hugsar um framtíðina

Eldra og sera roynda liðið hjá SÍb skal royna seg í steypafinaluni ímóti ÍF.


Tað er greitt aftaná 3-0 sigurin hjá teimum eldru, SÍb ímóti teimum yngru, SÍa í hálvfinaluni í KÍ-høllini fyrr í kvøld.

 

Settmunurin var 25-21, 25-18 og 25-22.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna frásøgumaðurin hjá Rás2, Óli G. Samuelsen gjørdi við Jón Weihe Simonsen frá tí yngra SÍ-liðnum, SÍa.

 

Jón Weihe Simonsen segði, at teir høvdu vónað at tikið triðja settið heim, men tann ætlanin kiksaði.

 

SÍa er eitt ógvuliga ungt lið, og tað snýr seg um at mennast, og at betra spælið hjá liðnum, greiðir Jón Weihe Simonsen frá. 

 

 

Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Inga Ole-Jacobsen frá eldra SÍ-liðnum HER

 

Hoyr avgerandi bóltarnir í dystinum, sum Óli G. Samuelsen segði frá, og hoyr samanumtøkuna hjá Janu Egholm, viðmerkjara HER

 

 

 

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her