Ynskja at stytta flytingargluggan

Ein meiriluti av feløgunum í Premier League ynskja at flytingargluggin letur aftur áðrenn kappingin byrjar

Ein meiriluti av feløgunum í ensku Premier League ynskja at stytta um tíðina, har flytingargluggin í deildini hevur opið. Tað skrivar enska heimasíðan SkySports.

 

Sum nú er, er flytingargluggin í deildini opin til 31.august, og er sostatt opin heili tvær vikur aftaná at kappingin er byrjað. Hetta órógvar fyrireikingarnar hjá fleiri av feløgunum, tí støðurnar hjá fleiri av leikarunum eru í stórari óvissu. Ístaðin ynskja feløgini at flytingargluggin er latin aftur, tá kappingin byrjar.

 

Eitt av feløgunum sum merkir sviðan av hesum er Swansea. Hjá teimum situr íslendski stjørnuspælarin, Gylfi Sigurdsson, í løtuni uttanfyri, tí at framtíðin hjá honum er óviss. Everton hevur leingi víst stóran áhuga fyri íslendska leikaranum, og nógv bendir á, at hann innan flytingargluggin letur aftur, fer at skifta til bláa Liverpool felagið.

 

Hugskotið við at stytta um flytingargluggin fer at vera kjakast um í september, tá feløgini fara at hittast. Sum tað ljóðar úr Onglandi talar tað fyri, at ein meiriluti av feløgunum ynskja broytingina. 14 feløg skulu atkvøða fyri, um broytingin skal fremjast.

 

Aðrar kritiskar røddir úr Onglandi halda tó ikki at talan er um so skilagott uppskot. Tær røddirnar meta, at Premier League kemur at standa veikari í mun til aðrar europeiskar deildir, av tí at teirra flytingargluggar vera óbroyttir. Millum annað fer tá at vera møguleiki fyri at stjørnuspælarar vera seldir úr Premier League til Spania, Italia og Fraklands, meðan tað ikki verður møguleiki fyri at heinta nakran leikara inn ístaðin.