Zidane: Sjey steyp og bara sjey tap

Venjarin hjá Real Madrid hevur vunnið sjey steyp upp á bara 19 mánaðir

Í gjár vann Real Madrid seinna stórsteypadystin móti FC Barcelona. Úrslitið gjørdist 2-0 og høvðusstaðarfelagið vann samanlagt greitt 5-1. Hetta er sjeynda steypið hjá Zinedine Zidane síðani hann tók við sum venjari fyri 19 mánaðum síðani.

 

Franski HM vinnarin tók við sum venjari hjá Real Madrid, eftir at Rafael Benitez bleiv koyrdur frá. Zinedine Zidane var tá venjari hjá næstbesta liðnum og fleiri mettu, at hann var ikki klárur til eina so stóra uppgávu.

 

Í teir 19 mánaðirnar hevur Real Madrid bara tapt sjey dystir og vunnið heili sjey steyp. Umframt stórsteypið í gjár, so hevur hann vunnið tvey Champions League heiti, tvey ferðir Super Cup, La Liga og eitt heimsmeistaraheiti fyri lið.

 

Dreymahøgg frá Asensio

Real Madrid vann fyrra dystin 3-1 og var tí stórfavorittur at vinna samanlagt. Allur ivi um hvar steypið skuldi enda hvarv, tá nýggja stjørnuskotið hjá Real Madrid, Marco Asensio, meddaði bóltin í kassan úr 30 metrinum. Eitt satt dreymahøgg.

 

Stutt fyri hálvleik staðfesti Karim Benzema, at Real Madrid nú greitt hevur yvirhálað FC Barcelona. Lionel Messi og FC Barcelona royndu at svara aftur, men tað nærmasta teir komu var stongin. Umframt tað, so blivu bæði Gerard Pique og Luis Suarez skaddir.

 

Les eisini: Langt leikbann til Ronaldo

 

Real Madrid var uttan Cristiano Ronaldo, sum hevur fingið leikbann í fimm dystir, fyri at skumpa dómaran í fyrru stórsteypauppgerðini. Fyrsta umfar í La Liga verður um vikuskiftið.

 

Real Madrid (3) – (1) FC Barcelona 2-0

1-0  Marco Asensio, 4

2-0  Karim Benzema, 39

Real Madrid vinnur samanlagt 5-1