Leita á in.fo

Mynd: (Polfoto)

Tróndur Arge 20.04.2017 (23:14)

Zlatan brotnaði í United sigri

Seinnu fjórðingsfinalurnar í Europa League hava verið í kvøld. Manchester United, Ajax, Celta Vigo og Besiktas eru víðari til hálvfinalurnar. Lutakastið verður stutt eftir klokkan 12 í morgin.

 

Manchester United mátti í longda leiktíð, áðrenn Marcus Rashford skoraði avgerandi málið, sum sendi Manchester United víðari. Báðar uppgerðirnar endaðu 1-1, og tí var farið til longda leiktíð.

 

Sigurin var ikki ókeypis fyri heimaliðið, sum mátti skifta bæði miðverjan Marcos Rojo og Zlatan Ibrahimovic út við skaða. Í báðum føruni kundi sæð sum, at talan verður um heldur drúgvari skaðar. Serliga knæskaðin hjá svensku superstjørnuni sá illa út.

 

Franska Lyon kom víðari eftir brotssparkskapping móti turkiska Besiktas. Hollendska Ajax og spanska Celta Vigo greiddu sínar setningar eftir sigar í fyrru uppgerðunum, og eru víðari. Ein sigur í Europa League gevur atgongd til Champions League komandi kappingarár.

 

Europa League 1/4 finalur:

Manchester United (1) – (1) Anderlecht 1-1 (2-1 eftir longdaleiktíð)

Manchester United vinnur samanlagt 3-2

 

Besiktas (1) – (2) Lyon 2-1

Lyon vinnur brotssparkskapping 7-6

 

Genk (2) – (3) Celta Vigo 1-1

Celta Vigo vinnur samanlagt 4-3

 

Schalke (0) – (2) Ajax 2-0 (3-2 eftir longda leiktíð)

Ajax vinnur samanlgt 4-3