Leita á in.fo

Pætur Albinus 06.12.2018 (19:40)

Zlatan verður helst verandi

Tað hevur í eina tíð ljóðað, at svenski áleyparin, Zlatan Ibrahimovic, skal vera á veg aftur til evropeiskan fótbólt eftir eitt ár í USA. Tað er serliga AC Milan, ið liggur framvið eftir undirskrift hansara.


Samband hevur verið ímillum umboðsmannin hjá Zlatan, Mino Raiola, og ítróttarstjóran í AC Milan, Leonardo, og í gjár helt blaðið Goal seg vita, at partarnir vóru blivnir samdir um eitt skifti, og at AC Milan fór at keypa hann leysan úr LA Galaxy.


Les eisini: Zlatan skeyt ársins mál í USA


Nú tykist tó ljóða fyri vist, at Zlatan Ibrahimovic hóast alt verður verandi í LA Galaxy, har hann hevur eitt ár eftir av sáttmálanum. Tað skriva Sky Sports og svenska Expressen. Orsøkin til, at 37 ára gamli svenski áleyparin ynskir at halda fram í USA, sigst vera tí at hann og familjan eru fallin væl til í Los Angeles.


Zlatan hevur sáttmála við LA Galaxy fram til 31. desembur 2019. Helst fæst nærri at vita um møguliga italska skiftið eftir 9. desembur, tá ið flytingarvindeygað í USA letur upp. Zlatan hevði annars eitt gott fyrsta kappingarár í USA í ár, har hann skeyt 22 mál í 27 MLS-dystum fyri LA Galaxy.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her