Leita á in.fo

 06.02.2018 (10:33)

1. meistari til Teistan

Strandfaraskip Landsins søkir eftir 1. meistara til M/F Teistan at seta í starv skjótast til ber.

Viðkomandi skal arbeiða umborð á Teistanum, men kann verða fluttur umborð á onnur skip hjá Strandfaraskipum Landsins, sum fyriskipað av leiðsluni.

Arbeiðs- og vaktarskipanin er fyriskipað í mun til galdandi ferðaætlan hjá tí skipi, ið ein er settur umborð á. Hjá Teistanum er dagliga farleiðin Gomlurætt – Skopun - Hest. Arbeiðstíðin umborð á Teistanum er 11 dagar umborð og 10 dagar frí. Umstøður eru at búgva umborð. 


Starvið sum 1. meistari 

Sum 1. meistari hevur tú ábyrgd av eftirliti og viðlíkahaldi við maskinarínum og allari tekniskari útgerð umborð á skipinum. Og skalt tú sostatt tryggja, at hesi eru í so góðum standi og fylgja øllum lógar- og fyriliggjandi krøvum, soleiðis at øll, bæði manning og ferðafólk, kunnu kenna seg trygg. 

 

Væntanir og førleikakrøv

STCW áteknað vinnubræv sum skipsmaskinist á 1. stig

Heilsuváttan (bláu bók) fyri sjófólk  

Førleikaprógv við ferðamannaskipum

Fult trygdarskeið, STCW A-VI/1-1, A-VI/1-2, A-VI/1-3, A-VI/1-4

Eldsløkking fyri skipsyvirmenn

Skeið í rýmingarskipan (MES)

Fast Rescue Boats (FRB)

Engine Resourse Management - ERM – skeið

§16 skeið


Onnur viðkomandi krøv

Í mun til málførleika vænta vit, at tú hevur førleikar til at samskifta og vegleiða ferðafólkini á donskum og enskum

Vit vænta tú hevur teldukunnleika í mun til  teldupostar, Outlook, Pre-Master og Sharepoint

 

Annars vænta vit, at tú hevur góðan røkjuskap, kann arbeiða sjálvstøðugt og dugir væl at samskifta og samstarva – bæði innanhýsis og uttanhýsis. Vit vænta eisini, at tú ert fyrikomandi og fús/ur at taka við nýggjum avbjóðingum.

 

Setanartreytir

Setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið, har starvið verður lønt í lønarflokki 4. 

 

Umsókn og freistir

Umsóknir við avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu sendast við telduposti til eyj(at)ssl.fo ella til:

 

Strandfaraskip Landsins

Stílað: Eyðhild Jacobsen

Sjógøta 5

Postboks 30

FO-810 Tvøroyri

 

Umsóknirnar skulu vera fyritøkuni í hendi í seinasta lagi 20. februar 2018 kl. 12.00.

 

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Rógva Kærbech, manningasamskipara, á tlf. 293044 millum kl. 09-15, ella við at senda ein teldupost til rok(at)ssl.fo  

 

Um strandfaraskip Landsins

Strandfaraskip Landsins (SSL) eru landsfyritøka undir Samferðslumálaráðnum, hvørs endamál er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi. Fyritøkan umsitur 26 farleiðir, har av 7 Oyggjaleiðir og 19 Bygdaleiðir. Til at røkja hesar leiðir hevur SSL 7 ferjur og 40 bussar. Samlaða ferðafólkatalið er í støðugum vøkstri, og var í 2017 um 1,2 mio. ferðandi, har av umleið 650.000 brúktu ferjurnar á Oyggjaleiðum og umleið  550.000 nýttu bussarnar á Bygdaleiðum. Til at røkja hesar tænastur hevur SSL umleið 160 starvsfólk, svarandi til umleið 120 ársverk


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.