16.04.2018 (10:53)
1. meistari til Teistan
Strandfaraskip Landsins søkir eftir 1. meistara til M/F Teistan at seta í starv 1. september 2018 við møguleika at byrja sum avloysari í summar.
Viðkomandi skal arbeiða umborð á Teistanum, men kann verða fluttur umborð á onnur skip hjá Strandfaraskipum Landsins, sum fyriskipað av leiðsluni.
Arbeiðs- og vaktarskipanin er fyriskipað í mun til galdandi ferðaætlan hjá tí skipi, ið ein er settur umborð á. Hjá Teistanum er dagliga farleiðin Gomlurætt – Skopun - Hest. Arbeiðstíðin umborð á Teistanum er 11 dagar umborð og 10 dagar frí. Umstøður eru at búgva umborð.
Starvið sum 1. meistari
Sum 1. meistari hevur tú ábyrgd av eftirliti og viðlíkahaldi av maskinarínum og allari tekniskari útgerð umborð á skipinum. Sostatt skalt tú tryggja, at hesi eru í so góðum standi og fylgja øllum lógar- og fyriliggjandi krøvum, soleiðis at øll, bæði manning og ferðafólk, kunnu kenna seg trygg.
Væntanir og førleikakrøv
- STCW áteknað vinnubræv sum skipsmaskinist á 1. stigi
- Heilsuváttan, (bláubók) fyri sjófólk
- Førleikaprógv við ferðamannaskipum
- Fult trygdarskeið, STCW A-VI/1-1, A-VI/1-2, A-VI/1-3, A-VI/1-4
- Eldsløkking fyri skipsyvirmenn
- Skeið í rýmingarskipan (MES)
- Fast Rescue Boats (FRB)
- Engine Resource Management - ERM – skeið
- §16 skeið
Onnur viðkomandi krøv
- Í mun til málførleika skalt tú kunna samskifta og vegleiða ferðafólkini á donskum og enskum
- Teldukunnleika í mun til Outlook, Pre-Master og Sharepoint.
Annars vænta vit, at tú hevur góðan røkjuskap, kann arbeiða sjálvstøðugt og dugir væl at samskifta og samstarva – bæði innanhýsis og uttanhýsis. Vit vænta eisini, at tú ert fyrikomandi og fús/ur at taka við nýggjum avbjóðingum.
Setanartreytir
Setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið, har starvið verður lønt í lønarflokki 4.
Umsókn og freistir
Umsóknir við avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu sendast við telduposti til eyj(at)ssl.fo ella til:
Strandfaraskip Landsins
Stílað: Eyðhild Jacobsen
Sjógøta 5
Postboks 30
FO-810 Tvøroyri
Umsóknirnar skulu vera fyritøkuni í hendi í seinasta lagi 27. apríl 2018.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Rógva Kærbech, manningasamskipari, á tlf. 293044 millum kl. 09-15, ella við at senda ein teldupost til rok(at)ssl.fo
Um Strandfaraskip Landsins
Strandfaraskip Landsins (SSL) eru landsfyritøka undir Samferðslumálaráðnum, hvørs endamál er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi. Fyritøkan umsitur 26 farleiðir, har av 7 oyggjaleiðir og 19 bygdaleiðir. Til at røkta hesar leiðir hevur SSL 7 ferjur og 40 bussar. Samlaða ferðafólkatalið er í støðugum vøkstri, og var í 2017 um 1,2 mio. ferðandi, har av umleið 650.000 brúktu ferjurnar á oyggjaleiðum, og umleið 550.000 nýttu bussarnar á bygdaleiðum. Til at røkja hesar tænastur hevur SSL umleið 160 starvsfólk, svarandi til umleið 120 ársverk.
Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á
red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum –
trýst her
hava deilt hesa grein.
Mest lisið
Beinleiðis: Skála er í fjórðingsfinaluni |
|
KVF stríð: - Liljan Weihe aftur uppsøgd í dag |
|
KVF stríð: - Ein revsing men ikki ein uppsøgn |
|
Watson er í øðini inn á føroyskan rockbólk |
|
Samgongan hevndi seg |
|
Skarvurin á nýggjum veingjum |
|
Løkke kom á fund tá konan bleiv uppsøgd |
|
Kjakari: Hopi flogfarið hjá Týr dettur niður |
|
- Eg fekk blóðpropp meðan eg svav |
|
Niklas á Líðarenda: Respektin er burtur |
|
Høvdu nýggjan spælmotor umborð |
|
Týr-sangarin: Hatta er bara kjaftaslit |
|
Skelkur í HB: Teit skaddur |
|
Prestur spældi saman við konfirmantunum |
|
Nøkur selja partabrøv og onnur franskar hotdogs |
|
Ynsktu Húsinum farvæl |
|
26 ár síðani vinnarin dumpaði |
|
Lítil áhugi fyri úrslitinum |
|
Grønlendski sigursharrin fær íblástur úr Føroyum |
|
Jóan Símun til Týsklands |
|
Lívstíð í fongsul |
|
Tveir risar varpaðir úr kappingini |
|
Her er nýggja føroyska landsliðstroyggjan |
|
Rigmor bleiv ikki feld |
|