Leita á in.fo

 06.02.2018 (10:19)

1. meistari til Ternuna

Strandfaraskip Landsins søkir eftir 1. meistara til M/F Ternuna at seta í starv skjótast til ber.

Viðkomandi skal arbeiða umborð á Ternuni, men kann verða fluttur umborð á onnur skip hjá Strandfaraskipum Landsins, sum fyriskipað av leiðsluni.

Arbeiðs- og vaktarskipanin er fyriskipað í mun til galdandi ferðaætlan hjá tí skipi, ið ein er settur umborð á. Hjá Ternuni er dagliga farleiðin Tórshavn - Nólsoy.

Arbeiðstíðin umborð á Ternuni er eina viku umborð og eina viku frí. Umstøður eru at búgva umborð. 

 

Starvið sum 1. meistari 

Sum 1. meistari hevur tú ábyrgd av eftirliti og viðlíkahaldi við maskinarínum og allari tekniskari útgerð umborð á skipinum. Og sostatt skalt tú tryggja, at hesi eru í so góðum standi og fylgja øllum lógar- og fyriliggjandi krøvum, soleiðis at øll, bæði manning og ferðafólk, kunnu kenna seg trygg. 

 

Væntanir og førleikakrøv

STCW áteknað vinnubræv sum skipsmaskinist á 2. stigi (STCW-reg. III/3 as 2nd Engineer)

Útbúgvin maskinmeistari

Heilsuváttan, bláa bók fyri sjófólk  

Førleikaprógv við ferðamannaskipum

Trygdarskeið fyri sjófólk (Basic Training) 

Brandskeið 

Dugnaskaparbræv í nýtslu av bjargingarútgerð

Fast Rescue Boats (FRB)

ERM - skeið

 

Onnur viðkomandi krøv

Í mun til málførleika, skalt tú kunna samskifta og vegleiða ferðafólkini á donskum og enskum.

Vit ynskja tú hevur teldukunnleika í mun til  teldupostar, Pre-Master og Sharepoint.

 

Annars vænta vit, at tú hevur góðan røkjuskap, kann arbeiða sjálvstøðugt og dugir væl at samskifta og samstarva – bæði innanhýsis og uttanhýsis. Vit vænta eisini, at tú ert fyrikomandi og fús/ur at taka við nýggjum avbjóðingum.


Setanartreytir

Setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið, og er starvið flokkað í bólki 4, har byrjunarlønin 31.724,91 kr og endalønin er 34.264,22 kr.   


Umsókn og freistir

Umsóknir við avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu sendast við telduposti til eyj(at)ssl.fo ella til:

 

Strandfaraskip Landsins

Stílað: Eyðhild Jacobsen

Sjógøta 5

Postboks 30

FO-810 Tvøroyri

 

Umsóknirnar skulu vera fyritøkuni í hendi í seinasta lagi 20. februar 2018 kl. 12.00.

 

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Rógva Kærbech, manningasamskipara, á tlf. 293044 millum kl. 09-15, ella við at senda ein teldupost til rok(at)ssl.fo  

 

Strandfaraskip Landsins (SSL) eru landsfyritøka undir Samferðslumálaráðnum, hvørs endamál er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi. Fyritøkan umsitur 26 farleiðir, har av 7 Oyggjaleiðir og 19 Bygdaleiðir. Til at røkja hesar leiðir hevur SSL 7 ferjur og 40 bussar. Samlaða ferðafólkatalið er í støðugum vøkstri, og var í 2017 um 1,2 mio. ferðandi, har av umleið 650.000 brúktu ferjurnar á Oyggjaleiðum og umleið  550.000 nýttu bussarnar á Bygdaleiðum. Til at røkja hesar tænastur hevur SSL umleið 160 starvsfólk, svarandi til umleið 120 ársverk


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.