Leita á in.fo

 24.07.2018 (14:15)

2 fysioterapeutar (farloyvisstørv) til VEKS

Søkt verður eftir 2 fysioterapeutum at seta skjótast gjørligt og fram til ávíkavist 1. apríl og 1. juli 2019.

Starvsbrøkur eftir nærri avtalu.

Tú verður partur av einum terapeutiskum starvstoymi við 4 starvsfólkum - 2 fysioterapeutar og 2 ergoterapeutar.

 

Førleikakrøv

  • Útbúgving og góðkenning sum fysioterapeutur.
  • Góð samstarvs- og samskiftisevni. 
  • Telduførleika á brúkarastøði.
  • Koyrikort til persónbil.

 

 

Arbeiðsuppgávur

  • Skipa og útinna fyribyrgjandi venjingar,  endurvenjingar v.m. bæði í bólkum og hjá tí einstaka borgaranum.
  • Samstarva við m.a. visitator innan terapeutiska partin í samband við visitering, heimavitjanir v.m., og annars      stuðla starvsfólkahópinum í sínum dagliga arbeiði.

 

 

Vit kunnu bjóða

  • Góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar, har tú fært møguleika at seta tín dám á, og verða partur av      framhaldandi menning av tilboðum og tænastum.
  • Dugnaligar starvsfelagar.
  • Jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi.

 

 

Setanarstað og lønarviðurskifti

Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/ Kommunala Arbeiðsgevarefelagið og Fysioterapeutfelagið.

 

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, lívsrensli (cv), viðmælum v.m. skal sendast til

ella

Heimatænastan í VEKS

Bakkavegur 59

350 Vestmanna

 

Freist

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 24. august 2018.

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til

Niels A. Joensen, tlf. 260552 ella teldupost nielsj(at)veks.fo 

 

Heimatænastan í VEKS er eitt kommunalt samstarv ímillum Vestmanna- Eiðis-,

Kvívíkar- og Sunda Kommunu. Nærri lýsing av virkseminum sæst á heimasíðu okkara www.veks.fo  


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.