Leita á in.fo

 04.10.2018 (08:59)

2 leiðarar til Føroya mest fjølbroytta dátuhús

Vilt tú vera við til at menna og leiða Føroya mest fjølbroytta dátuhús?

 

Vit leita nú eftir leiðarum til báðar samstarvseindirnar á Hagstovuni, hagdeildina og KT-deildina. Hagdeildin mennir og framleiðir hagtøl og fakliga innihaldið. KT-deildin mennir hagtalsskipanir, og hevur ábyrgd av tøkniliga grundarlagnum undir hagtalsframleiðsluni.

 

Stjórin og leiðararnir fyri báðar eindirnar manna leiðslutoymið á Hagstovuni.

 

Leiðari til hagdeildina

Samfelagið hevur áhaldandi tørv á fleiri og betri hagtølum. Eitt týðandi stig á hesi leið er at skipa og betra manna- og virkisgongdir á deildini. Einstøku hagtalsframleiðslurnar skulu mennast eftir sama yvirskipaða leisti, og hava felags amboð og háttaløg tøk til framleiðsluna.

 

Hagtalsframleiðslurnar eru skipaðar í hagtalsøki eftir altjóða leisti. Starvsfólkini hava ábyrgd av rakstri av hagtalsøkjunum, sum er at innheinta, dátuviðgera, greina og miðla. Roknast kann við, at leiðarin eisini fær sjálvstøðuga ábyrgd av einum hagtalsøki, og fær seg royndan í at framleiða hagtøl. Fyri rætta viðkomandi er talan tískil um fjølbroytt starv við avbjóðingum innan leiðslu, menning og hagtalsframleiðslu.

 

Sum leiðari á hagdeildini verður tín ábyrgd at:

  • Skipa og menna háttaløg og amboð til felags nýtslu
  • Fyrireika og leiða verkætlanir til menning av nýggjum hagtølum
  • Leggja ætlanir fyri og menna miðlanina av hagtølum
  • Í leiðslutoyminum leggja og raðfesta arbeiðsætlanir fyri hagtalsframleiðslu við atliti at tørvi og møguleikum

 

Tínir førleikar

Tú hevur samfelagsvísindaliga útbúgving, t.d. cand.scient.pol, cand.scient.soc, cand.polit ella líknandi frá hægri lærustovni.

 

Tað er fyrimunur, um tú hevur royndir við verkætlanarleiðslu, hevur innlit í hagtalsframleiðslu og samfelagsviðurskifti og hevur vitan um miðling av fakliga avbjóðandi tilfari.

 

Tú ert forvitin av lyndi, arbeiðir sjálvstøðugt, dugir væl at samstarva og hevur eitt skipað arbeiðslag.

 

Leiðari til KT-deildina

Tøkniliga menningin gevur nýggjar møguleikar og setir nýggj krøv. Ein týðandi avbjóðing er at menna hagtalsskipanir og skipa dátur undir hagtalsframleiðslunum í ein felags bygnað eftir altjóða hagtalsleisti í eitt dátuvøruhús.

 

Dátugrundarlagið undir hagtølunum verður bæði ment inni á Hagstovuni og uttan fyri stovnin. KT-deildin samstarvar tí tætt við starvsfólk og við onnur uttanhýsis, ið veita skráir og dátur. Ein týðandi uppgáva á KT-deildini er at umsita og menna samstørv og ikki minst at íverkseta ymiskar skipanir.

 

KT-deildin hevur ábyrgd av undirstøðukervinum á stovninum, sum verður rikið saman við undirveitarum. Tín ábyrgd fevnir tí eisini um at gera leiðreglur fyri KT-arkitektur og trygd.

 

Sum leiðari á KT-deildini verður tín ábyrgd at:

  • Leggja ætlanir fyri og skipa tøkniliga infrakervið fyri stovnin
  • Leggja ætlanir fyri og menna eitt dátuvøruhús
  • Íverkseta og menna neyðug tøknilig amboð í hagtalsframleiðsluni
  • Veita munagóða tænastu til starvsfólkini, ið hava tørv á amboðum og skipanum til hagtalsframleiðslurnar
  • Í leiðslutoyminum leggja og raðfesta arbeiðsætlanir fyri hagtalsframleiðslu við atliti at tørvi og møguleikum

 

Tínir førleikar

Tú hevur miðallanga ella langa útbúgving og/ella hevur drúgvar royndir innan økið.

 

Tað er fyrimunur, um tú hevur royndir við at sniðgeva og byggja skipanir til flutning, móttøku og goymslu av dátum, og ert køn/ur at skipa dátur í dátuvøruhúsum. Innlit í hagtalsframleiðslu og samfelagsviðurskifti er ein fyrimunur.

 

Tú ert forvitin av lyndi, arbeiðir sjálvstøðugt, dugir væl at samstarva og hevur eitt skipað arbeiðslag.

 

(KT-leiðarastarvið varð fyri kortum lýst leyst. Eingin KT-leiðari varð settur, og starvið verður tí endurlýst)

 

Umsókn til leiðarastørvini

Fyri bæði størvini verða setanarviðurskifti og løn sum deildarleiðarar ásett eftir sáttmála við avvarðandi fakfelag.

 

Umsóknir til bæði størvini skulu vera Hagstovuni í hendi í seinasta lagi mánadagin 22. oktober 2018 kl. 12. Umsóknin skal sendast til hagstova(at)hagstova.fo ella Hagstova Føroya, Postboks 2068, 110 Tórshavn.

 

Miðað verður eftir at seta størvini sum skjótast, men vit bíða fegin eftir tí rætta persóninum.

 

Spurningar um størvini kunnu setast Gilla Wardum, stjóra, tlf. 352850, ella í telduposti til: gilli(at)hagstova.fo.

 

Stutt um Hagstovuna

Hagstovan tekur pulsin á føroyska samfelagnum og hevur hagfrøðiligu vitanina um fólk, samfelag, vinnu, búskap og umhvørvi í Føroyum. Hagtøl geva innlit og vitan til avgerðir, gransking og kjak, og eru ein týðandi lutur í einum framkomnum fólkaræði.

 

Persónlig og faklig menning er ein fyritreyt fyri ein vælvirkandi stovn, og tí leggja vit stóran dent á at menna førleikarnar hjá leiðarum og starvsfólkunum. Vit vilja stimbra eina mentan, har dentur verður lagdur á dygd, samstarv og álit.

 

Á Hagstovuni eru í løtuni 17 fólk í starvi.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.