fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 3.5m/s

Leita á in.fo

 17.07.2017 (14:03)

3 starvsfólk at arbeiða í Eind 5 í Trivnaðardeplinum

Vit sóknast eftir námsfrøðingi, sjúkrarøktarfrøðingi, heilsurøktara, fysioterapeuti ella ergoterapeuti, sum vil vera við til at bjóða borgarum ein tryggan, skipaðan, mennandi og sjálvstøðugan gerandisdag

 

Um Eind 5

Í Almannaverkinum er Eind 5 partur av Trivnaðardeplinum fyri fólk við menningatarni, fjølbreki og øðrum brekum.

Eind 5 er fyri børn, ung og vaksin við menningartarni í Suður Streymoy.

Til eindina hoyrir Sambýlið í Stoffalág 64, Sambýlið í Smærugøtu 29, Sambýlið á Grønlandsvegi 59, Frítíðartilboðið í Svanga, Jolly-klubb,  Bú- og  Viðgerðartilboðið í Børkugøtu 2a og 2b, Frítíðartilboðið SSM og stuðulsfólk

 

Um størvini

Frítíðartilboð SSM

Søkt verður eftir starvsfólki at arbeiða seinnapartar mikudag, hósdag og fríggjadag, tilsaman 15 tímar í miðal um vikuna, at byrja 16 august.  Møguleiki er eisini at fáa avloysara arbeiði afturat hesum arbeiði, tá ið tørvur er á avloysara í eindini.

Arbeiðsstaðurin er Frítíðartilboðið SSM á Tinghúsvegi  93. Hetta er eitt tilboð til næmingarnar eftir skúlatíð, sum ganga á Glasi í serligt skipað miðnám og til onnur ung í sama aldri.

 

Bú- og Viðgerðartilboð í Børkugøtu 2a og 2b

Søkt verður eftir starvsfólki at arbeiða 30 tímar í miðal um vikuna, talan er um eitt farloyvisstarv í tíðarskeiðnum frá 15. september 2017 til 15. august 2018 ella at byrja eftir nærri avtalu.

Arbeiðsstaðurin er Bú- og Viðgerðartilboð í Børkugøtu 2a og 2b, sum er ein fyribils búfyriskipan, har 8 ung fólk búgva. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi, dag- kvøld- og vikuskiftisvaktir.

 

Sambýlið á Grøndlandsvegi  59 

Søkt verður eftir starvsfólki at arbeiða 40 tímar í miðal um vikuna, at byrja 1. september  2017 ella eftir nærri avtalu.

Arbeiðsstaðurin er Sambýlið á Grøndlandsvegi  59  har 6 fólk búgva. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi, dag-  kvøld- náttar- og vikuskiftisvaktir.

 

Arbeiðsuppgávur

Arbeiðsuppgávurnar og málini, sum arbeitt verður fram ímóti, eru at virka fyri, at borgarin fær neyðugan stuðul og umsorgan. Vit virðismeta ymiskleikar og stuðla borgarunum í at gerast so sjálvbjargin, sum fyritreytirnar hjá teimum loyva, og ráðgeva og vegleiða í persónligum viðurskiftum og teimum avbjóðingum, sum tey kunnu møta í gerandisdegnum.

Saman við dugnaligum og eldhugaðum starvsfólkum skalt tú bjóða hesum borgarum ein tryggan, skipaðan og mennandi gerandisdag. Ein partur av arbeiðinum á frítíðartilboðnum og sambýlinum á Grøndlandsvegi er at luttaka í fysiskum tiltøkum m.a  svimjing.

 

Førleikakrøv

Útbúgving sum námsfrøðingur, sjúkrarøktarføðingur, heilsurøktari, ergoterapeutur ella fysioterapeutur. Um eingin við nevndu útbúgvingum søkir, kann starvið verða fyribils sett við hjálparfólki.

 

Væntanir

Væntað verður, at tú ert fakliga væl fyri, og ert við til at leggja til rættis námsfrøðiliga og praktiska arbeiðið á arbeiðsplássinum. Arbeiðsuppgávurnar eru fjøltáttaðar, og tað er ein treyt, at umsøkjarin megnar at arbeiða sjálvstøðugt og viðvirka til tvørfagligt samstarv við skúla og arbeiðspláss. Vit vænta eldhugað starvsfólk, sum hava góð samstarvsevnir, eru tolin og hava eina jaliga menniskjafatan, at tú við viðurkennandi atburði fært borgaran at kenna seg virdan og tiknan í álvara. Vit vænta eisini, at tú hevur KT-førleikar á brúkarastøði.

 

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í Trivnaðardeplinum - Eind 5. Tey, ið verða sett, mugu tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið  og Føroya Pedagogfelag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Heilsurøktarafelagið, Ergoterapeutfelagið ella Fysioterapeutfelag Føroya.

 

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til starv(at)av.fo ella til Almannaverkið, Staravegur 18, Postsmoga 3096, 110 Tórshavn. Viðmerkjast skal “Umsókn starvsfólk til Eind 5”

 

Freist

Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 31. juli 2017 kl. 12.00.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Julionnu Næs Olsen, eindarleiðara, á telefon 297426

hava deilt hesa grein.