fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 5°C

Vindur 5.3m/s

Leita á in.fo

 01.02.2018 (08:56)

Áheitan til persónar og fyritøkur, sum sambært hvítvaskløgtingslógini, skulu skrásetast hjá Skráseting Føroya.

Við hesum verður kunnað um, at niðanfyristandandi persónar og fyritøkur skulu skrásetast hjá Skráseting Føroya:

 

-       persónar og fyritøkur, sum vinnuliga útinna virksemi viðvíkjandi gjaldoyraveksling (gjaldoyravekslarafyritøkur)

 

-       persónar og fyritøkur, sum vinnuliga útinna virksemi viðvíkjandi flutningi av peningi og virði (peningaflutningsfyritøkur), og

 

-       útbjóðarar av tænastuveitingum til fyritøkur

 

Skráseting er treyt fyri, at nevndu persónar og fyritøkur kunnu útinna teirra virksemi.

 

Fráboðan og nærri upplýsingar

Til ber at venda sær til Skráseting Føroya fyri at fáa nærri upplýsingar.

 

Fráboðanarskjal og vegleiðing um skráseting í skránni v.m., eru annars at finna á heimasíðuni hjá Skráseting Føroya, www.skraseting.fo.

 

Fráboðanir skulu sendast til:

Skráseting Føroya

Sigmundargøta 13

Postrúm 264

110  Tórshavn


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.