fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 12.9m/s

Leita á in.fo

 09.11.2017 (14:26)

Almannaverkið søkir eftir húsavørði nakrar tímar um vikuna

Almannaverkið søkir eftir røskum húsavørði til okkara skrivstovur á Hálsi í Tórshavn.

 

Arbeiðsuppgávur

Arbeiðið umfatar ymiskar uppgávur at halda og røkja okkara skrivstovur. Nakrar fastar uppgávur eru, so sum at burturbeina rusk og koyra vøru uppá pláss. Somuleiðis eru nakrar leysar uppgávur, sum lættari handverk, uppseting av innbúgvi og líknandi. Ella sagt á annan hátt – at tryggja at okkara skrivstovur eru arbeiðsligar og innbjóðandi.

 

Starvið

Starvið er tímalønt, og vit meta, at miðal tíma vika er um 6 tímar. Starvstíðin er flextíð, og arbeiðstíðin kann avtalast, sum tað passar báðum pørtum. Tann, sum verður settur, vísir til depilsstjóran í Viðskiftadeplinum. Starvið kann setast beinanvegin, ella eftir avtalu.

 

Førleikakrøv

Persónligar førleikar, ið hóska seg til starvið og arbeiðsuppgávurnar, umframt eitt tænastu sinnað lyndi og megnar at arbeiða sjálvstøðug. Krav, at umsøkjarin hevur koyrikort til vanligan bil. 

  

 

Setanar- og lønarviðurskifti

Starvsheitið er húsavørður, og starvið er flokkað sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Handverkarafelag /Landsfelag Handverkaranna. Tann, ið settur verður má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur. Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Viðskiftadeplinum á Staravegi 18, Tórshavn.

 

Umsókn

Skrivlig umsókn saman við avritum av prógvum, c.v. o.ø. skal sendast til starv(at)av.fo  ella til Almannaverkið, Staravegur 18, Postsmoga 3096, 110 Tórshavn. Viðmerkjast skal "húsavørður”.

 

Freist

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi  24.11.2017  kl. 12.00.

Nærri upplýsingar um starvið fáast frá Gunnvør Jacobsen, leiðsluskrivara tel. 297046.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.