fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 0°C

Vindur 8.6m/s

Leita á in.fo

 10.04.2017 (15:00)

Almannaverkið søkir málsviðgera til Útgjaldsdeildina

Á Útgjaldsdeildini í Viðskiftadeplinum í Almannaverkinum er eitt starv sum málsviðgeri fulla tíð leyst at søkja. Starvið verður at seta skjótast gjørligt.

 

Um Útgjaldsdeildina

Á Útgjaldsdeildini verða flest øll útgjøld frá Almannaverkinum til borgaran avgreidd. Hvønn mánað verða rindaðar 15.000 veitingar uppá tilsamans 80-90 mió. Veitingarnar eru pensjónir, forsorg, dagpeningur, barnagjald, familjuískoyti o.a. Á deildini starvast 21 starvsfólk.

 

Arbeiðsuppgávur

Arbeiðsuppgávurnar á Útgjaldsdeildini eru millum annað málsviðger av:

 

·         sjúkradagpeningi

·         pensjónsveitingum

·         stuðul til uppihaldshjálp

·         barnagjaldi

·         familjuískoyti

·         stuðul til hjálparráð

 

Aðrar uppgávur eru journal, telefonmóttøka og ymiskar fyrifallandi uppgávur á deildini.

 

Førleikar

Vit hugsa okkum, at rætti persónurin hevur viðkomandi útbúgving, viðkomandi royndir og góðan telduførleika. Eisini verður dentur lagdur á, at viðkomandi, sum sett/ur verður, hevur góð evni at læra nýtt, at arbeiða sjálvstøðugt og vísir nærlagni og ábyrgd í arbeiðinum. Dentur verður somuleiðis lagdur á góð evni at samstarva og samskifta við onnur, eins og at viðkomandi er fleksibul. Tað er ein fyrimunur, at tú hevur royndir innan almenna fyrisiting.

 

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarstaðið er Almannaverkið við tænastu í løtuni á Útgjaldsdeildini í Viðskiftadeplinum á Smyrilsvegi 20, Tórshavn. Tann, ið verður settur, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

 

Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Starvið verður lønt sambært 3. lønarflokki.

 

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, C.V., viðmælum við meira skal sendast til starv(at)av.fo ella til Almannaverkið, Smyrilsvegur 20, Postsmoga 3096, 110 Tórshavn. Viðmerkjast skal “Umsókn málsviðgeri, Útgjald”.


Freist

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 26. apríl 2017  kl. 12.00.

 

Nærri upplýsingar um størvini kunnu fáast við at venda sær til Palla Mortensen, deildarleiðara á tlf. 347095.

 

hava deilt hesa grein.